frá Vármjólk

Rannvá Holm Mortensen

tevji lív
tevji lív í fleiri løgum
tevji mjólk
mjólkin flýtur úr eygnaholunum
óendaligt sum úr havinum
í mjólkaralduni flóta
amputerað bróst og fingrasnippar
sólin
lýsandi bróstið í alheiminum
guds einfalda andlit
 
ókend mjólkarhøv
hava tikið seg upp á heimskortinum
skaka radarar og satellittar
ókend fiskasløg eru nú sædd víða
fiskar við bláum eygum
og vørtum undir búkinum



*
 
nýggj mjólkarlandsløg
við bróstgevandi trøum
mjólk seyrar úr vørtum
sum vaksa á bulum
smá barnafostur súgva seg føst
sum fliður á hellu
súgviljóðini fylla náttina
 
mjólkardýpið er vandamikið í dag
sigur útvarpið
so trolast skal við stórum meskum
so allar bróstvørtur sleppa óskalaðar



*

meiarí og verksmiðjur
laboratoriir við mjólkarúrdrátti
í blonkum kolbum og glasrørum
yvirtrýst av mjólkardreymum
rørini braka
úr ventilum físa
laktosuskýggj og barnagrátur
teldur spýta út mjólkarvirðir
mineralsøgur og ævintýr
 
kuldaskáp
stappað við mjólk
dyrkað í petriskálum
bróst kleimd ímillum glasplátur
frá eymkandi mammografium
á ovastu hill
komprimerað móðurmjólksharðræði
í lufttøttum dósum
skelvandi fløtakrúss og ísakaldar mjólkarkannur



*
 
bróst sveipað í silki
og vandamiklar kavalergongir
bleik amputerað bróst
flótandi í formalin
í transparentum glaskrukkum
niðurbundin bróst á metalborðum
typtir mjólkarkertlar
og horvin børn
 
móðurmjólk
prolaktin østrogen progesteron
barnið veksur um náttina
vørtur í hamferð
vørtur í vátum dreymum
vørtur við metalringum
ákalla teg pínufullar
tamar vørtur sum heimalomb
aggressivar vørtur á hvítum planetum
satellittvørtur
senda á tínum frekvensi
lat børnini koma til mín



*
 
bróst í øllum skapi
rund stór
smá long
innvendar vørtur
vørtur sum fjallatoppar
vørtur áseymaðar skúmandi phd-ritgerðir
bláar kongaligar vørtur
dúnut bangin bróst
sovandi bróst sum smáar pannukøkur
bróst sum knýttir nevar og súreplir
hvít brún svørt
sligin blámeltað bróst
kruvd samanseymað bróst
karnevalsbróst og innlegg
heilar bróstparkir við silikonprotesum
súr mjólk
yst mjólk
spilt mjólk
longsulsins heksamjólk
tú er saltið í mínum blóði
og søtleikin í mínum smíli



*
 
mjólk og pentur
síggi mammu og ommur mínar
síggi mínar mostrar og teirra børn
øll teirra bestu ár á føðigongini
trýstu sínar ungar inn í heimin
mjólk og pentur
ekstatisk mjólkarevangeliir
sveima millum sengurnar
 
bróst
hvussu hava tit tað
míni bróst klødd við ývnum grasi
grønskan ímillum okkara hjartasløg
vit liggja tætt bróstvørta ímóti bróstvørtu
góði
grønska og ravmagn
ligg tætt hjá mær í nátt